- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
Durita Viderø Gunnarsson er fysioterapeutur og ph.d.-lesandi á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum og á Bispebjerg Hospital.
Durita Viderø Gunnarsson fer at greiða frá kanningum sínum um, hvussu tøkni kann brúkast sum amboð til at minka um óvirknað atferð og økja um kropsligt virkni hjá innløgdum sjúklingum.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











