- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka – fyrilestrar
FaroeMar savnar kunnleikan um havbotn
Barbara Biskopstø Thorsteinsson er jarðfrøðingur og starvast á Jarðfeingi.
Hon fer at greiða frá FAROEMAR verkætlanini, ið savnar vitan um havbotnin og hevur sum endamál at gera neyv grundkort, sum vísa dýpi, havbotnin og lívið á botninum í føroyskum sjóøki.

Vísindavøka – fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.











