- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søga og Spír
Úr savninum: Søga og spír (5:6)
30-05-2021
- um kirkjubygging í Føroyum, dok.røð frá 1997
Sendingin snýr seg um kirkjur, bygdar í nýggjari tíð. So við og við verða krøvini til kirkjubygging broytt. Menn, sum stílaðu fyri, hava verið burturi í londum og fingið sær kunnleika til bygging, og teir seta sín serliga dám á tær kirkjur, sum verða bygdar í okkara øld. Ein teirra var Magnus á Kamarinum, sum fekk sær lærdóm í danska býnum Vallekilde. Magnus stóð fyri byggingini av Sandavágs kirkju, sum bæði innan og uttan er sermerkt á mangan hátt.
Lagt til rættis: Malan Johannesen.






