- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarvirðislønir landsins
Mikukvøldið 15. januar vórðu árligu virðislønirnar til lista- og mentafólk 2019 handaðar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað var Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, sum handar. Vertur er Páll Danielsen.
Heiðursgáva landsins varð latin Simma Arge Jacobsen. Simme Arge Jacobsen fær Heiðursgávu landsins fyri at hava lagt grundarlag fyri øllum modernaðum populertónleiki í Føroyum eftir seinna heimsbardaga.
Mentanarvirðisløn Landsins varð latin Hanusi G. Johansen. Hanus G. Johansen fær Heiðursløn landsins fyri sítt meistarliga tónasmíð og tulkingar av føroyskum yrkingum.
Serstøk Virðisløn landsins latin forlagnum Leirkerinum. Flóvin Tyril tók ímóti heiðursgávuni.

Mentanarvirðislønir landsins
Mentamálaráðið handar á hvørjum ári Mentamálavirðislønir Landsins.
Kringvarpið sendir beinleiðis frá virðislønahandanini.







