Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar

Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar (4:4)
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998

Í fjórðu og seinastu sending sigla vit gjøgnum Panama-veitina, síðani verður kósin sett móti Karmoynni í Norra. Sunnudagin 15. mars verður silgt inn á Klaksvík, har stór móttøka er fyri nýggja Christian í Grótinum. 

Í Panama vitja vit fyrstu slúsurnar og síggja eitt risa bingjuskip fara oman eftir timum. Um kvøldið verður Christian í Grótinum drigin av lokomotivum inn í fyrstu slúsurnar. 

Á ferðini tvørtur um Atlantshavið verður tosað við nakrar av manningini. Ferðin tók 14 dagar og var nakað baldrut. Frá sól og summari í Suðuramerika koma vit fyrst í mars til kulda og vetur í Norra. 

Móttøkan í Klaksvík var stórsligin og fleiri politikkarar og vinnulívsmenn vitjaðu umborð.  

Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar

Føroysk sjónvarpssending frá 2010 um Christian í Grótinum.

- føroysk sending frá 1998
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998
16-06-2010
- føroysk sending frá 1998
16-06-2010