- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlandsútróður
Fjórða sending um føroyska virksemið í Grønlandi. Hon hevur fingið heitið "Kollvelting í oyðimørkini" og er um Føroyingahavnina, sum var sjálvur handils- og ídnaðardepilin. Hvussu gjørdust teir beru klettarnir, sum føroyingar komu til í1927 til ein nútímans bý við kókandi virksemi? Og hvør gjørdist lagnan hjá Føroyingahavnini? Samrøður eru við millum onnur við hesar: Svend Thulesen, stjóri á Nordafar 1960-65. Martin Ejdesgaard. Tórstein Christiansen. Karl Jespersen. Kaj Hjalgrímsson. Lars Emil Johansen, landsstýrisformaður.
Bjarnheðin í Hoyvík og Høgni Hoydal leggja til rættis.

Grønlandsútróður
Fyrsta sending um føroyskt virksemi í Grønlandi, sum var framleidd í 1997. Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð.
Samrøður eru við millum aðrar Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Malmberg Simonsen, Sørvágur. Karl Jespersen, Tvøroyri. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Ísak B. Jacobsen, Sørvágur. Jens Eli Ellefsen, Miðvágur og Tórstein Christiansen, Skálavík.
Høgni Hoydal og Bjarnheðin i Hoyvík leggja til rættis.




