25 minuttir

25 minuttir: Andrias Høgenni
24-04-2019
Pætur Marjunarson Dahl hittir Andrias Høgenni

Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var 16 ár. Sum 30 ára gamal í dag telist hann millum mest virknu og vælumtóktu filmsleikstjórunum vit hava í Føroyum. Andrias hevur vunnið filmsvirðislønina "Geytin" ikki færri enn tríggjar ferðir, seinastu ferð í ár við filminum "Ikki illa meint", og so hevur hann eisini móttikið "Viriðsløn til ungt listarfólk" frá mentamálaráðnum í 2015. Hóast hann býr í Odense, har hann júst hevur tikið endaligt prógv frá filmsskúlanum "Super 16", so vendur hann støðugt heim aftur til klettarnar at siga frá teimum mongu skeivu, døkku og stuttligu søgunum, sum vit hava her heima. Næsta verkæltanin hansara er fyrsti spælifilmurin.

25 minuttir

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.

Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo

Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo

Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo

Rógvi Olavsson hittir Svend Aage Ellefsen
03-10-2018
Rebekka Manuela Behrens hittir Toda Jónsson
18-09-2018
Rebekka Manuela Behrens hittir Jóannes Jakobsen
25-04-2018
Rebekka Manuela Behrens hittir Báru Silvansdóttir
18-04-2018
Rebekka Manuela Behrens hittir Dinu Jensdóttir Bech
11-04-2018
Rebekka Manuela Behrens hittir Astrið Foldarskarð
21-03-2018
Rebekka Manuela Behrens hittir Trygva Danielsen
14-03-2018
Sissal Kampmann hittir Katrina Ottarsdóttir
07-03-2018
Suni Merkistein hittir Eyðun Johannessen.
23-02-2018
Sissal Kampmann hittir Carl Jóhan Jensen
31-01-2018
Sissal Kampmann hittir Vigdis Hjort
17-01-2018
Suni Merkistein hittir Thijs van Leer
10-01-2018