25 minuttir

25 minuttir: Maria Winther Olsen
08-02-2019
Rebekka Manuela Behrens hittir Mariu Winther Olsen

Nýggja ungdómsrøðin Hashtag hevur júst verði send her í Kringvarpinum. Sendingin snýr seg gerandisdagin hjá fýra ungdómum í Føroyum. Kvinnan, sum hevur framleitt hesa heldur øðrvísi sendirøðina, er filmslistakvinnan Maria Winther Olsen.

26 ára gamla Maria Winther Olsen hevur eisini gjørt aðrar filmsverkætlanir. sum til dømis spælifilmin Nina, sum kom út í fjør, og stuttfilmin Sum Einglar Vit Falla, sum hevur vunnið fleiri prísir.

Maria Winther Olsen hugleiðir um yrkisleiðina sum næstan einsamøll kvinna í filmsvinnuni í Føroyum. Hon heldur, at tað kann vera avbjóðandi, tí arbeiðið er so óstøðug – bæði tá tað við víkjur arbeiðstíð og løn. Harafturat stendur hon nú fyri nýggjari avbjóðing sum mamma, sum krevur, at hon noyðist at hugsa um at arbeiða við meiri tryggum verkætlanum

25 minuttir

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.

25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.

Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo

Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo

Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo

Sissal Kampmann hittir Juliu í Kálvalíð
06-03-2019
Sissal Kampmann hittir Oddfríða Marna Rasmussen
18-02-2019
Rebekka Manuela Behrens hittir Mariu Winther Olsen
08-02-2019
Sissal Kampmann hittir Jógvan Isaksen
04-02-2019
Sissal Kampmann hittir Astrid Andreasen
25-01-2019
Rebekka Manuela Behrens hittir Búa Rouch
23-01-2019
Rebekka Manuela Behrens hittir Høgna Rasmussen
21-11-2018
Sissal Kampmann hittir Steintór Rasmussen
14-11-2018
Suni Merkistein hittir Michael Hardinger
07-11-2018
Rebekka Manuela Behrens hittir Ceciliu Jacobsen
31-10-2018
Rógvi Olavson hittir Árna Olafsson
17-10-2018
Rógvi Olavson hittir Jóannes Eidesgaard.
10-10-2018