William er komin upp í ellisár, tá stóru viðurkenningarnar koma. Hann verður heiðursborgari í Havn, hann fær stórfingnu Sonning-virðislønina, og líkt er til, at sjálvt Nobel-virðislønin stendur honum í boði.
- Tíðindi, mentan og ítróttur
William

Tak niður

Gandaljós á ellisárum |
Glataði spælimaðurin Tveir av guddómligu máttunum, ið William sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir. Og nú hann er farin um tey sjeyti, stígur hin veruliga Afrodite undan kavi. |
Himinin brosar Willian er nú vorðin listarmaður burturav. Hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Í 1965 verður hann heiðraður við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins, og verður limur av Danska Akademinum. |
Familjumaður og gjøgnumbrot Í 30-unum brestur fyri nev hjá Williami. Hann hittir Lisu. Tey búsetast undir Varða og fáa tríggjar synir. Fyrstu skaldsøgurnar veita honum nógvar lesarar í Danmark, men ikki í Føroyum. Lýsingarnar av trúarlívi og stættamuni í Føroyum koma mongum dátt við. |
Sveimandi ungdómsár Í 1. parti verður sagt frá barna- og ungdómsárum Williams. William kennir á sær hitt skaldsliga kallið, og hevur tí lítlan hug at taka við handlinum, sum pápin hevur. 20-árini eru tí eitt stríð fyri listaligum frambroti. |