- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Kirstin Eliasen hevur ph.d. í lívfrøði frá Aarhus Universiteti. Hon starvast sum granskari og deildarleiðari á Fiskaaling.
Kirstin Eliasen fæst serliga við gransking, ið beinleiðis og óbeinleiðis hevur við laksalýs at gera, so sum rognkelsi og sjósíl.
Framløgan hjá Kirstin Eliasen snýr seg um sjósíl í Føroyum, og hvørja ávirkan alivinnan hevur á føroysku sjósílini.
Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.