- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Herborg Johannesen er serlækni í intern-medisin og hormonsjúkum. Hon hevur arbeitt sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum síðani 2018. Frá í januar í ár er hon eisini funktiónsleiðari á Stenomiðstøðini.
Herborg Johannesen hevur kannað jod í føroyingum. Framløgan hjá henni snýr seg um nýggja vitan úr Føroyum um jod og stoffskiftið.
Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.