Vísindavøka '23 - Johan F. Castenschiold, Umhvørvisstovan
05-12-2023
GPS og dronu yvirvøka avdúka loyndarmálini hjá havhesti í Føroyum
Johan Funder Castenschiold er cand.scient. í lívfrøði og ph.d. lesandi á Aarhus Universiteti. Ph.d. verkætlanin hjá honum snýr seg um at nýta dronu til at telja og halda eyga við havhestastovninum. Kanningarnar fara fram í samstarvi við Sjúrð Hammer, granskara á Umhvørvisstovuni, og Jens-Kjeld Jensen, fuglaserfrøðing.
Framløgan hjá Johan Funder Castenschiold snýr seg um GPS og dronu yvirvøku av havhesti í Føroyum.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.