- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka - Fyrilestrar
Bárður Joensen er sivilverkfrøðingur við ph.d. í havverkfrøði. Hann starvast sum granskari á Deplinum fyri Havmyndlan á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
Framløgan hjá Bárði Joensen snýr seg um kortleggjan av ódligum rák-aldu-samspæli kring Føroyar.
Vísindavøka - Fyrilestrar
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.