- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindagið
Í Vindagnum í dag er Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur.
Um at hyggja at heiminum sum hann er, tora at seta torførar spurningar og at standa við sínar hugsanir.
Fyrstu stuttsøguna til útgávu skrivaði Marjun Syderbø Kjelnæs í ár 2000, tá hon var 26 ára gomul. Frammanundan hevði hon skrivað okkurt, sum líktist yrkingum og prosapettum á lepar og kaffifiltur og kanska í onkra ljósareyða dagbók.
Men spurningurin var, um tað kundi gerast meira enn tað. Kundi hon røkka onnur og kanska finna sína egnu rødd?
Av ymsum orsøkum var trupult at finna dirvi at trína fram. Men tá var tað, at ein onnur rødd, ein ung rødd, ið ikki ræddist framtíðina, fór at ljóma. Eivør var tá 17 ár. Hon var miðvís, djørv og hevði ætlanir.
Marjun goymdi greinina um Eivør, og kanska var tað hon, sum gjørdi, at Marjun í síðstu løtu læt stuttsøgu sína inn til kappingina, og so var hol komið á.
Tónleikur, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur valt til sendingina:
Annika Hoydal - Tú minsta land
Lena – Good To Be Kind
Eivør, DR Big Band og DR Vokal Ensemble - Vøgguvísa, ein kópakona syngur
Eivør - Jarðartrá