- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindagið
Í Vindagnum hesa ferð er Andras Sólstein, tónleikari, lívsnjótari og leiðari á Norðoya fornminnissavni. Um lagnuløtur, tá havið mundi kravt lív, um løgnar upplivingar saman við ókunnufólki og um tað at gerast eldri og blíva abbi. Hann hevur valt at kalla partin "Søgur úr mínum lívi". Søgurnar eru persónligar upplivingar, har summar teirra enntá kundu endað lív hansara.
Sjógvurin hevur altíð havt eina atdráttarmegi, og hann hevur í fleiri umførum rætt sína køldu, vátu hond út eftir Andrasi.
Eitt nú á sumri í 1967, tá grind var hildin til í Klaksvík. Andras, sum tá var fimm ár, og ein vinmaður fóru út á keiina at hyggja at hvalunum. Hetta var um døgurðatíð, og tí var einki fólk á staðnum ta løtuna. Teir gjørdu av at leypa upp í sandbátin Tim at hyggja í lastina har rovini vóru lossað. Tá teir skuldu í land aftur, gleið Andras í øllum blóðinum og fór niður ímillum.
Til alla lukku var hann bjargaður av manni, sum tilvildarliga gjørdi eini ørindi har á leiðini. Í Vindagnum greiðir Andras Sólstein frá fleiri hendingum á sjónum, har tað kundi verið galin endi. Men hvørja ferð hevur verndareingilin verið har, er Andras sannførdur um.