- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Hevur tú verið á date í Føroyum fyrr? Um ikki, so ert tú ikki tann einasta/i, tí ung date'a sum so ikki í Føroyum.
Hvat gera vit so í Føroyum? Hetta práta Fía Winther Poulsen og Marius DC millum annað um.
Tey vísa á, at Tinder og aðrar dating síður ikki neyðturviliga verða brúktar til at finna sín komandi partnara, og "ghosting" er sera vanligt millum ung.
- Nógv eru á har fyri at sneyta, siga tey. Hetta vísur seg at vera satt, tí á Instagramsíðuni hjá okkum kannaðu vit júst hetta, og tað vísur seg, at 48% gera tað.
Annika Ró Samuelsen, ið er tvørkynd, tosar um, hvat ein skal upplýsa, tá ið man date'ar. Hon heldur, at um man er tvørkynd/ur, so eigur man at boða hinum partinum frá.
Leo Lávík, Eyðfinn Bogason Lamhauge og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir gjørdu sendingina.