Vetrarbiit

Vetrarbiit spælir føroyskt
10-03-2023
P24
Hvat er átakið Spæl Føroyskt? Hvat merkir tað at verða tilnevnd til eina FMA? Hvat er so feitt við at uppliva eina konsert?

Í Spæl Føroyskt vikuni spæla vit bert tónleik frá føroyingum í Kringvarpinum. Har afturat eru óteljandi konsertir, kring alt landið, í vikuni sum leiðir til tónlistavirðislønarhandanina, FMA.
Tað er fyrstuferð at ‘Spæl Føroyskt’ hevur verið í eina heila viku og samskipari, Siri Hansen fortelur meira um átakið.

Eija Mäkivuoti fyriskipaði framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, sum var til minnis fyri Mikkjali G. Hansen, sáli, forsangaranum í bólkinum SIC.
Framsýningin framsýndi myndarøðina Fighters They Bleed (2008-2010) og nýggja list frá 2022-2023, sum varð gjørd í samband við minniskonsertina hjá SIC á G! 2022. 
Sum vinur og samstarvspartnari, fortelur Eija meira um Mikkjal og teirra samstarv.

Við lættari atgongd til Tiktok, Instagram, Netflix og aðrar miðlar, er ikki longur púra vanligt, at síggja blað ung ganga regluliga til konsertir og tí leggur man serliga merkis til tær tríggjar, Nita Staksberg (17 ár), Anita Gudmundarson (16 ár) og Elisabet Sofía Larsen (17 ár), sum møta upp til nærmast hvørja konsert, bæði í Havn og á bygd. Tær fortelja um áhugan, at fara til konsertir og hvussu tað gevur teimum íblástur at skapa list sjálvar.

Fríði Djurhuus, Leo Lávík, Eyðfinn Bogason Lamhauge og Marianna Winther Nagata hava lagt til rættis.

Vetrarbiit

Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.
Fara ung á val í ár?
28-10-2022
Hesa ferð práta vit um siðvenjur, sum eru á miðnámi. Bæði tær stuttligu og minni stuttligu.
21-10-2022
Tann 10. oktobur var altjóða sálarheilsudagur. Sinnisbati hevur sett skúlaaftran á skránna, Fólkaheilsuráðið er aftur við "Virknum oktobur" og "Sært tú meg" er aftur á skránni
14-10-2022
Í oktobur varpa vit ljós á bróstkrabba um allan heimin, og tað gjørdu vit eisini í vetrarbiit.
07-10-2022
''Broytingin í føroyska matumhvørvinum er eksplosiv og púra undirmett í føroyska fólkaheilsuhøpinum'', soleiðis sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur.
30-09-2022
Hvat er menstruatión? Hvat kann tú brúka, tá ið tú hevur menstruatión? Smittar menstruatión? Og kostar tað ov nógv at hava menstruatión?
23-09-2022
Í løtuni vera planir lagdar um, at millum annað hølini har venjingarmiðstøðin Tvørmegi heldur til skal rívast niður, og at stórt parkeringshús skal byggjast í býnum
16-09-2022
Í fyrstu sendingini av Vetrarbiit varpaðu vit ljós á næmingaráðsvalini á Glasi og Kambsdali. Vit skiftu orð við næmingaráðslimir, næmingaráðsvalevni og veljarar
09-09-2022
  •