- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Í apríl mánaða sleppa vit at hoyra nýggjan tónleik og møguliga síggja nýggj andlit, sum ongantíð hava staðið á einum palli fyrr. Men øll eru ikki sannførd um, at tað er rætt at kappast í tónleiki. Vetrarbiit viðgerð í tí sambandi tónleikakappingina Sement.
Hergeir Staksberg, sum er samskipari fyri tónleikakappingini Sement, greiður frá, at har eru fleiri fyrimunir enn vansar við at kappast í tónleiki.
Eingin tónleikakapping uttan dómarar. Jasmin Mote, Jazzygold og Heini Ronnason á Heygum, RSP, eru við í dómaratoyminum í ár. Tey hava bæði verið við í Sement, annaðhvørt vunnið ella komin í finaluna, og vita tí hvussu tað er at standa á pallinum.
"Sement hevur gjørt nógv gott fyri meg", sigur Marius DC, sum vann Sement í fjør. Tað var triðju ferð, at hann luttók. Hann fortelur hvussu tað hevur verið at vera við í slíkari kapping og hvørjar møguleikar hann hevur fingið.
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Leo Lávík og Marianna Winter Nagata hava lagt sendingina til rættis.