- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Í hesum partinum av Vetrarbiit tosa vit um støðuna, sum vit øll á onkran hátt eru merkt av - nemliga kríggið millum Russland og Ukraina.
Vit taka ímóti flóttum úr Ukraina. Samstundis spæla Føroya Symfoniorkestur russisk stykki til nýggjárskonsertina og løgmaður hevur boðað frá, at samhandilin við Russland verður óbroyttur.
Er hetta at mótsiga okkum sjálvi? Og vita vit yvirhøvur nóg nógv um kríggið og støðuna í Ukraina?
Gestir hesa ferð eru Sergey Ilyin, tónlistamaður og flótti úr Ukraina. Tór Marni Weihe, lesur russiskt og hevur poddvarpsrøðina "Eystanvindar". Og Knút Háberg Eysturstein, sum er tónleikafrøðingur og heldur, at vit í Føroyum eiga at kjakast um spurningin um russiska tónlist í krígstíð.
Ein kann finna poddvarpsrøðina hjá Tór Marna á m.a. Spotify.
Elin Maria Hansen, Eyðfinn Bogason Lamhauge, Marianna Nagata og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir hava lagt sendingina til rættis