- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Háaktuelli filmurin, Sæla, eftir Katrin Joensen-Næs viðger eitt tabuserað evni – at vera bundin av sex.
Vit hava spurt leikstjóran sjálva, hvat tað inniber at gera ein slíkan film, og um avbjóðingar viðvíkjandi hesum.
Eisini hava vit tosa við Kristinu á Løgmannsbø, sexolog, um at vera bundin av sex, og hvat fylgir við tí.
Vetrarbiit hevur fingið fatur í ein av høvuðsstuðlunum til áðurnevnda filmin, Sæla. Her hava vit fingið Tórshavnar Kommunu at greiða frá mannagongd teirra, tá tey viðgera stuðulsumsagnir. Umboðandi kommununa er Súna Mørk, næstforkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu
Eyðfinn Bogason Lamhauge, Fríði Djurhuus og Marianna Winther Nagata gjørdu sendingina.