- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
SMS skipanin í Vetrarbiit hevur aldrin verið so heit sum í dag! Hvussu vorðin er tín Bugatti? Tað spyr Andrew Tate tey, sum ikki dáma hvussu hann úttalar seg. Hann talar fyri kvinnukúgan og at vit skulu taka giftigan maskulinitet til okkum. Hann er nýliga tikin fyri menniskjahandil, men hevur allíkavæl nógv viðhaldsfólk, ið siga at Tate talar fyri teirra sak. Fleiri av hesum búgva í Føroyum.
Mannfrøðingurin, Firouz Gaini, ið starvast á Fróðskaparsetur Føroya, greiður frá hvat maskulinitetur er, og hvønn týdning maskulinitetur hevur havt í gjøgnum árini í einum mentanarligum og samfelagsligum høpi, eisini gjøgnum eitt føroyskt sjónarhorn.
Tveir søgulesandi, Pætur Weihe Simonsen og Brandar Heðinsson, hugleiða um hví menn sum Andrew Tate fáa so nógva viðgongd, hóast stoytandi úttalilsini, ið mótstríða vesturlendskum siðreglum.
Marianna Winter Nagata og Fríði Djurhuus hava lagt til rættis.