- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
Vit í Vetrarbiit eru eisini í valhýri!
Tann 8. desembur fara vit á val, at velja nýtt løgting. Men hví val í ótíð? Tað hava vit spurt Regin Berg, stjørnmálafrøðingur, um
Í seinastuni hava mong tosað um javnstøðu í politikki. Vit hava tí kannað hetta, og verið ein túr í miðnámskúlanum á Kambsdali, og spurt tey, um tey hugsa um kyn, tá tey velja.
Einki val uttan pallborð, og einki val uttan kjak um fosturtøkulógina í Føroyum. Vit bjóðaðu sjey valevnir inn til okkum, ein úr hvøjrum flokki, at kjakast um hetta evni.
(A) Lillian Bjarnadóttir Poulsen, (B) Rasmus Son Mørkøre, (C) Milia Egilsnes, (D) Heri Wang Danielsen, (E) Jógvan Jón Henriksen, (F) Oddvør Dahl og (H) Rósa Tyril Gaardlykke.
Bjørg Egholm, Elin Maria Hansen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir gjørdu sendingina.