- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit
"Sosialir miðlar geva minst líka nógv, sum teir taka," sigur Bjarni Arge, ið er miðlafrøðingur og gestur í Vetrarbiit.
Bjarni Arge metir, at vit burdu viðurkent alla ta jaligu ávirkanina av sosialum miðlum, og ikki bert tí neiligu.
Millum annað veita sosialir miðlar arbeiðspláss, og tað greiðir ávirkarin Bjarta á Rógvu Isaksen frá.
Á TikTok finna vit eisini videobrot av løgmanni, sum stendur á hondunum, og Linnea Lindenskov Petersen vísir á týdningin, ið sosialu miðlarnir høvdu fyri valstríðið hjá Sambandsflokkinum.
Gestir vóru:
Bjarni Arge, miðlafrøðingur
Bjarta á Rógvi Isaksen, ávirkari
Linnea Lindenskov Petersen, umboð fyri Sambandsflokkin
Fríði Djurhuus og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir gjørdu sendingina