Klaksvíkar Kommuna umfatar eisini útoyggjarnar, Svínoy og Kalsoy. Avbjóðingarnar eru ymiskar og ynskini til Klaksvíkar Kommunu somuleiðis
Í Svínoy eru tey sum heild væl nøgd, men tað vil altíð vera okkurt ynski, sum tey hava til eitt komandi býráð í Klaksvíkar Kommunu, sum tey valdu til fyrstu ferð í 2008.
Hin útoyggin í Klaksvíkar Kommunu er Kalsoyggin. Fyrst gjørdist ein partur av oynni partur av Klaksvíkar Kommunu, men sum samlað oyggj valdi Kalsoyggin fyrstu ferð samlað til Klaksvíkar Býráð fyri fýra árum síðan.
Eins og í Svínoy eru tey væl nøgd, men okkurt ynski er tó til eitt komandi býráð í Klaksvík. Eisini tílíkt, sum ikki kostar alla verðina.