Í sambandi við at nýggja ABH-landsstýrið verður sett, skipar Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku fyri fráfarandi og nýggja landsstýrinum í Tinganesi í dag klokkan 15:00.
Aksel V. Johannesen loysir fráfarandi landsstýrisfólk úr starvi og Bárður á Steig Nielsen tilnevnir nýggj landsstýrisfólk.
Landsstýrisfólkini verða hesi: Fólkaflokkurin: Jørgen Niclasen, fíggjarmál Jacob Vestergaard, fiskivinnumál Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamál Sambandsflokkurin: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumál Helgi Abrahamsen, vinnumál Miðflokkurin: Jenis av Rana, menta- og uttanríkismál.