Sum rættarsálarlækni er Max Schmidt ein partur av málunum umkring bæði rættaruppgerðina eftir annan veraldarbardaga, Wolsing-málið og tey víðakendu ´Hypnosumorðini´. Men hann stendur í eftirtíðini sum ein excentriskur, ógvuliga gessigur og ódugnaligur psykiatari. Cecilie Nielsen kannar, hvaðani tað stavar, at hann er komin í so ringt orð og kemur fram á eina søgu, sum fyrst og fremst snýr seg um hevnd.