Hvussu kennist tað at vera avdúkaður í ótrúskapi í brævi, sum konan fær frá ókendum sendara? Ber tað til at vera ótrúgvur alt lívið? Og hvussu handfara samfelag og kirkja ta tvístøðuna, at ótrúskapur fer fram ofta og alla tíðina, men er tabu, og at einans trý prosent av danskarum halda ótrúskapur kann góðtakast? Í trimum sendingum hevur Flemming Pless prestur sett trimum fólkum stevnu, tey hava øll skapt sorg og vreiði hjá teimum allarnærmastu, tí tey hava verið ótrúgv. Hann vil kanna, um orðini í kristindóminum um freisting, synd og fyrigeving geva meining hjá teimum, sum ikki hava hildið sætta boð: Tú mást ikki dríva hor.