Av og á er músaár. Stovnurin av smágnagdýrum gerst himmalhøgur. Síðan kavar talið heilt niður aftur og dregur nógv av skógardýrunum við sær. Frá øgiligum mongdum niður í mestsum onki. Hetta endurtekur seg ferð eftir ferð og setir sín dám á norðurlendsku náttúruna. Granskarar eru ikki samdir um, hvør orsøkin er til hesa gátuføru ringrás.