Pippi og Göran eru móð av býnum og hava hug at flyta út á bygd, teimum dámar væl at vera í góðum veitslulag, og at eta ein góðan døgurða saman við vinfólkum, er tað besta, tey fáa. Hvat er so at gera? Í tí gamla fiskimannabýnum Abbekås ætla tey at byggja eini stór veitsluhús! Og so ætla tey at seta vindmyllu upp á staðnum. Programmleiðarar: Anne Lundberg og Gert Wingårdh.