O, móðurlandið!: Fara upp á tjólegg, detta niður á langlegg (3:6) - tulkað
11-06-2023
Triði partur í røðini fevnir um 70-ini, 80-ini og 90-árini. 70-ini eru rættilig framburðsár í Føroyum. Menning og vøkstur sæst um alt samfelagið. Tá ið Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skipa samgongu í 1975, verður á fyrsta sinni farið undir veruligar yvirtøkur. Men vøksturin í ríkisstuðlinum úr Danmark stendur kortini við og økist hesi árini. Atli Dam er løgmaður øll 70-ini. Hann er hin nýggi, sterki maðurin í føroykum politikki. Hann kemur í andglettin í rokmiklu EEC-trætuni, ið gjørdist stríðsmál í Føroyum fyrrapartin í 70-árunum, men málið endaði soleiðis, at allir føroyingar vóru nøgdir. Var hetta partvíst eitt tjóðskaparmál, so var onnur træta, ið kyknaði upp stutt eftir - málstríðið í Hoydølum - tjóðskaparstríð burturav. 80-ini eru eitt kapitul fyri seg í Føroyum. Tá fer alt av lagi í einum "dance macabre", har eingin gáaði um reyð ljós ella ávaringarlúðrar. Ikki fyrr enn í 1992 - best sum føroyingar fegnast um at hava vunnið áralanga stríðið um ráevnini í undirgrundini - vakna vit við kaldan dreym. Føroyar eru rætt og slætt farnar á húsagang. Fólka missa tað, tey eiga, og rýma yvir háls og herðar av landinum - til Danmarkar. Eini 5000 í alt. Fólkatalið minkar á leið tjúgu prosent. Í nýggjari tíð hevur neyðin ikki verið so ring í Føroyum sum nú. Støðan í Ríkisfelagsskapinum er spent. Føroyar verða settar undir umsiting, og danska stjórnin leggur við beinharðar treytir fyri sínum hjálparpakkum. Føroyar eru bæði fíggjarliga og í sínari særdu sjálvsfatan varpaðar langt aftur í amtstíðina. Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis.