Foytar Greyðir er ein matsending har Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein gera mat burtur úr føroyskum kókibókum. Umframt at halda til í køkinum, har teir kóka, steikja og baka, so ferðast teir eisini runt landið og gera mat saman við ymiskum fólkum. Ein løtt og undirhaldandi matsending.
Í hesum partinum royna Tróndur og Kári saltgrindafrikadellir, livur í brúnari sós, stokt ræst kjøt við rómaeplum, prinsessukaku, rabarbusuppu og eina klassiska brúnakøku.
Vertir eru Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein. Jónfinn Stenberg hevur tikið upp og sett saman.