So er Spískamarið aftur á ferð! Og hesaferð snýr tað seg um føroyska landbúnaðin.
Í fýra sendingum vitjar Spískamarið bø og garðar kring Føroyar og kannar, hvussu alt byrjaði, hvussu tað gongur í dag, og hvussu framtíðin kann síggja út?
Fyrsti partur: ?Kúgvin? snýr seg um, hvussu týdningarmikil kúgvin var fyri Føroya fólk upp gjøgnum tíðirnar. Gutti vitjar Sigert á Vatnaskørðum, har slakta tey eina kúgv, sum hevur tænt fyri seg. Síðani fer Gutti at gera ost á mjólkarvirkinum, vitja eitt sera matligt tjald á Bacalao og hann endar ferðina við at borðreiða fyrsta floks osso buco og tatar í Kirkjubø.
Sendingarnar eru upptiknar í 2020-21 undir koronutíðini. Nógv er hent síðani tá, og tí kann tað koma fyri, at summi fólk ikki gera tað sama í dag, sum tey gera í sendingunum.
Hinvegin er matgleðin enn tað sama, sum hon altíð hevur verið - Sonn matgleði!