Olaf Haldansen hevur gjørt næstan 400 trappur í sínum 91 ára gamla lívi.
Í summar bað timburmaðurin Kristen Johansen hann um at hjálpa sær við at gera eina trappu afturat.
Hesin dokumentarurin fylgir tilgongdini, frá at trappan verður smíðað á verkstaðnum í Vestmanna, til hon verður sett upp í húsunum í Leynum.
Lagt til rættis: Finnur Koba.