Hesa ferð vitjar Spískamarið Føroya bygdasligasta tiltak - nevniliga Heystfagnaðin á Eiði. Har fer Gutti á fjall við Eiðis monnum. Slaktið fyllir enn nógv í føroyska samfelagnum og føroysku tilvitskuni, men tað knípir ofta við at gagnnýta allan seyðin. Tí ger Gutti av at gera ein gøtukøk til Heystfagnaðin, har gloypubitar av avroðum verða borðreiddir fyri gestunum.