Í dag vitjar Tjóðveldi tingið. Í Tinginum verða tvey umboð úr hvørjum flokki tráspurd um vallyfti og valskrá.
Lurtarar og hyggjarar hava møguleika at senda umboðunum spurningar. Og sum nakað nýtt fáa umboðini høvi at svara innkomnu spurningunum, tá sendingin hevur verið í luftini.
Spurningar og svar eru tøk á heimasíðu okkara.
Tingið er á skrá mána-, miku- og fríggjadag klokkan 10. Sendingin verður send beinleiðis í útvarpinum og í sjónvarpinum. Hon verður eisini endursend í sjónvarpinum um kvøldið.