Andgletturin bjóðar øllum floksforfólkunum ein túr í sjónvarpsstovuna til eitt prát um valskráir og hugsjónir hjá politisku flokkunum. Tann flokkurin, sum vitjar Tingið fyrst, er síðstur at luttaka í Andglettinum – og øvugt. Fyrsti Andgletturin verður hósdagin 24. november, har forkvinnan í Framsókn er gestur. Andglettarnir eru í sjónvarpinum eftir Dag og viku.