Eyð og Claus kunna ikki fáa børn á vanligan hátt. Tey gjørdu av at taka tøknifrøðina til hjálpar, og í november í fjør fekk Eyð fýra gitin egg sett upp í lívmóðurina á Ríkissjúkrahúsinum. Tollaksmessudag fekk hon boð um, at trý av eggunum høvdu fest seg. Hon skuldi hava tríburðar. Í sendingini fylgja vit tríburðunum hjá Eyð frá gitnaði til føðing. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Kári Mikkelsen. Teknikkur: Jógvan Eli Dam.