- millum vinir og livandi ljós, konsert í Norðurlandahúsinum í 1994
26. mars í 1994 var Norðurlandahúsið karmur um eina hugtakandi konsert, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum spældu. Í miðdeplinum var Rúna á Heygum, ein hin besti sangarin í Føroyum í dag. Í hesi sending síggja vit brot frá konsertini og eisini er samrøða við Rúnu, m.a. um nær hon byrjaði at syngja.