Tuberklarnir forðaðu fyri, at hon fekk sína dreymaútbúgving sum lækni. Kortini hevur hon brúkt alt sítt lív til at hjálpa og stuðla teimum sjúku og veiku í samfelagnum - við ikki minst egnu royndum sínum á hesum øki sum drívkraft.
Vit kenna hana sum ótroyttiligu fyristøðukvinnuna á ALV-skúlanum við Áir, Vistarheimunum í Havn og Runavík og Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, sum hon eisini var stigtakari til.
Tað var eisini henni fyri at takka, at tilkalliskipan fyri heimabúgvandi eldri í síni tíð fekst í lag, eins og hon slóðaði fyri at tryggja heilsubrekaðum starv á frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya, tá tað varð sett á stovn.
Sum landsstýriskvinna í almanna- og kommunumálum í 1988 eydnaðist henni eisini - hóast stuttu tíðina í sessinum - at seta spor eftir seg á hesum báðum økjum.