GESTASTOVAN: Sakaris er nú uppilagstur og eydnan hjá børnunum frøðir
15-08-2022
Sakaris Zachariasen var útróðararmaðurin í 'Fólksins rødd' sjónvarpssendingunum í 2011. Tá fíltist hann á fíggjarligu úrtøkuna og er eisini lastbilførari í dag.
Í 2011 hevði Sakaris í Streymnesi greiðar áskoðanir um politisk viðurskifi og hvussu fiskivinnan átti at verið skipað. Tann áhugan hevur hann ikki slept her í 2022, nú hann býr á Argjum og trívist væl. Av øðrum, sum hann greiðir frá í Gestastovuni, kann tann hjartanemandi jarðarferðin hjá pápanum, Kristiani, nevnast. Hann hittu vit eisini í 'Fólksins rødd' og hoyra í hesi útvarpssending eina ljóðavspæling frá tí løtuni i Streymnesi í 2011.
Um sendingina:
Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.