GESTASTOVAN: Hanus Samró fegnast um stóra frælsi sítt og bókina 'Ó'
04-07-2022
Gestur er vinnulívsmaðurin Hanus Samró, ið var luttakari í sjónvarpsrøðini 'Fólksins rødd' í 2010. Tá leyp hann hvøkk á onkran, men heldur hann tað sama í dag?
Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. ´Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.