PolEtikk

Hvør eigur bíbliuna?
05-10-2021
Í øðrum parti av kjakinum um átrúnað og politikk spyrja vit, hvussu sambandið millum politikk og átrúna eigur at vera.

Hvussu eigur sambandið millum politikk og átrúna at vera? Hesin spurningurin verður viðgjørdur í øðrum parti av kjakinum um átrúnað og politikk.

Við pallborðið sita enn teir tríggir frá fyrsta parti, Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl, og afturat teimum koma Bjarni Kárason Petersen og Steffan Klein Poulsen eisini við í kjakið.

Í fyrsta kjakinum í PolEtikk er evnið átrúnaður og politikkur. Evnið verður viðgjørt gjøgnum tríggjar høvuðsspurningar. Teir fyrstu tríggir partarnir innihalda hvør sín høvuðsspurning, og tað er tískil lætt at lurta eftir kjakinum í trimum pørtum ella øllum í senn.

PolEtikk

Poddvarpsrøðin, sum viðger teir stóru politisku og etisku spurningarnar, sum flest øll halda vera áhugaverd og hava eina meining um. Í hvørjum parti verða evnini viðgjørd av einum pallborði, ið er sett saman við tí endamáli at kunnu skapa eitt so gott, fakligt og spennandi kjak sum gjørligt.
Annar partur í kjakinum um talufrælsi viðger, hvussu talufrælsi skal handfarast i samfelagnum
10-09-2024
PolEtikk er aftur í trimum nýggjum pørtum! Kjakið er hesuferð um talufrælsi. Hesin fyrsti parturin viðger serliga, um vit eiga at lóggeva um talufrælsi
03-09-2024
Hvørjir eru bestu ítøkiligu hættirnir til at skapa javnstøðu millum kynini og basa kynsdiskriminatión? Tað er pallborðið ikki samt um, og kjakið hitnar.
22-09-2022
PolEtikk er aftur, og annað umfar snýr seg um javnstøðu. Hesa ferð spyrja vit: Hvussu eigur tað optimala samfelagið uttan kynsmismun og við javnstøðu at síggja út?
13-09-2022
PolEtikk er aftur, og annað umfar snýr seg um javnstøðu. Í fyrsta parti seta vit spurningartekn við, um vit hava javnstøðu millum kynini, og hvørjir ójavnarnir eru.
05-09-2022
Í seinasta partinum spyrja vit, um kristindómurin skal hava framíhjárætt í føroyska samfelagnum.
12-10-2021
Í øðrum parti av kjakinum um átrúnað og politikk spyrja vit, hvussu sambandið millum politikk og átrúna eigur at vera.
05-10-2021
Í fyrsta parti viðgera vit sambandið millum londini í vesturheiminum og kristindómin. Heini í Skorini, Jógvan Jacobsen og Pætur Marjunarson Dahl manna pallborðið.
28-09-2021