Nýggjársgudstænastur í sjónvarpinum

Nýggjársgudstænasta úr Gøtu kirkju
01-01-2018
Nýggjársgudstænastan 2017

Nýggjársgudstænastan í ár er úr Gøtu kirkju. Ovi Brim, prestur, prædikar.
Deknur er Sonny Dalheim og klokkari er Magnus Heinason

Gøtu kirkju ungdómskór, undir leiðslu av Símuni Hammer, syngur tveir sangir, “Ver vælkomið Harrans ár” og “Even When He is Silent” hjá Kim André Arnesen.

Um hetta kórverkið kann sigast, at tá ið farið var undir at rudda eina av týningarlegunum, aftaná seinna heimsbardaga, funnu tey í einum fangahúsi, hesi orð skrivaði á einum veggi:

"I believe in the Sun, even when it’s not shining / Eg trúgvi á sólina – sjálvt tá ið hon ikki skínur

I believe in Love, even when I feel it not / Eg trúgvi á kærleikan – hóast eg ikki føli hann.

I believe in God, even when He is silent / Eg trúgvi á Guð – hóast hann er tigandi."

Eftir prædikuna syngur Elinborg Pálsdóttir “Hjá góðum máttum eru vit í sorgum”, eftir Dietrich Bonhoeffer.

Nýggjársgudstænastur í sjónvarpinum

Sjónvarpið tekur á hvørjum ári upp nýggjársgudstænastur í kirkjunum kring landið.

Bergur Debes Joensen, prestur, prædikar
31-12-2025
Nýggjársgudstænastan 2024
31-12-2024
Nýggjársgudstænasta 2023
31-12-2023
Nýggjársgudstænasta 2022
31-12-2022
Nýggjársgudstænastan 2021
21-12-2021
Nýggjársguðstænastan 2020
01-01-2021
Nýggjársgudstænastan 2019
01-01-2020
Nýggjársgudstænasta 2018
01-01-2019
Nýggjársgudstænastan 2017
01-01-2018
Nýggjársgudstænastan 2016
01-01-2017
Nýggjársgudstænastan 2015
01-01-2016
Nýggjársgudstænastan 2014
01-01-2015