- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjársgudstænastur í sjónvarpinum
Nýggjársguðstænastan 2020 í Havnar kirkju
Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikar.
Gudmund Mortensen spælir urgu.
Bjarni Berg klarinet.
Kári Bæk obo.
Tarira syngur sálm nr. 532: Ver vælkomið, Harrans ár
1. Ver vælkomið, Harrans ár,
fegin fagna vit tær!
Sannleiks Guð, lat títt heilaga orð
vera ljósið og lívið hjá okkum í norð!
Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
2. Ver vælkomið, Harrans ár,
fegin fagna vit tær!
Náðar Guð, lat títt sólskin í vár
oss veita á markini grøði í ár!
Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
3. Ver vælkomið, Harrans ár,
fegin fagna vit tær!
Friðar Guð, gevi landinum við
til framgongd og bata tín lívssæla frið!
Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
4. Ver vælkomið, Harrans ár,
fegin fagna vit tær!
Faðir-Guð, oss til gleði og gagn
lat nýárið líða í Jesu navn!
Vælkomið nýár, ver vælkomið her!
Grundtvig 1849. H.D. Petersen.
Lag: sum Sl. 361.
Sálmur nr. 535: Nú árið tað hvarv
1. Nú árið tað hvarv og fór undir kav,
og aldri tað aftur kann leita.
Nú horvin tann gleði og tregi, tað gav;
tað samfast er runnið í aldanna hav.
Vit rúm tí í minninum veita.
2. Men hvat er at minnast? Og hvat er tað tó,
tú helst skal í minninum goyma,
nú árið mót fjarløgdu leiðunum vóð?
Tað mesta er horvið í gloymskunnar sjó;
- ei miskunn várs Guðs er at gloyma.
3. Hon birtist á vári sum vermandi sól,
sum gróður í summarsins líðum,
um heystið í stormi sum skjøldur og skjól,
sum skínandi himin og gleðirík jól
á vetrarins frostkendu tíðum.
4. Hon birtist og roynist sum svalandi lind
á glitrandi sólføgrum degi.
Hon birtist sum vernd fyri trega og synd,
hon birtist tó skærast sum frelsarans mynd,
sum lýsir oss lívsleið á vegi.
5. Nú tøkk fái Guð fyri gleðiligt ár
og góðar og grógvandi tíðir!
Nú tøkk fái Guð, at grødd vórðu sár,
og tøkk fái Guð, at sum døgg hvurvu tár!
Alt broyttist til signing um síðir.
6. Ja, veit okkum, Drottur, eitt góðskufult ár
og góðar og signaðar tíðir!
Veit himniska døgg gjøgnum harmanna tár,
veit himniskan frið fyri frelsarans sár
og ævi í himni um síðir!
Valdimar Briem. Robert Joensen.
Lag: sum Sl. 41.
Lestur (Bjarni á Steig):
Henda heilaga lesturin skrivar Prædikarin:
Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð: At føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð . At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð; at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð. At kasta steinar hevur sína tíð, og at henta steinar hevur sína tíð; at fevnast hevur sína tíð, og at halda sær frá favntaki hevur sína tíð . At leita hevur sína tíð, og at missa hevur sína tíð; at goyma hevur sína tíð, og at forkoma hevur sína tíð. At skræða sundur hevur sína tíð, og at seyma aftur hevur sína tíð; at tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð. Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men tó so at menniskjan ikki er før fyri at skilja tað verk, sum Guð ger, frá upphavi og til enda.
Præd 3,1-2 og 4-7 og 11
Sálmur nr. 349: Klokkan slær
Klokkan slær, tíðin fer,
ævin endaleys fyri er;
latum oss tí nýta hvørja stund,
Harranum tæna av hjartans grund,
so finna vegin vit heim!
H. Agerbek um 1850.
Símun av Skarði.
Lag: Sl. 188.
Upplestur (yrking) Mariann Hansen LIVANDI ORÐ (Alexandur Kristiansen)
Tú sært tey koma
úr øllum herðashornum koma tey
og tú roynir at fáa fatur á teimum
Og einans hugflogið setur mark fyri
hvat tú fært burtur úr teimum
tú skapar sjálvur tað
tú vilt
Brúka orðini
sum vóru tey livandi sálir
í einum fremmandum býi
tú onkuntíð hevur vitjað
í tínum dreymum
Har eru hvít hús
og gøturnar eru asfalteraðar
og tað regnar á umstøðurnar
Dropar hanga í luftini
dropar sveiggja aftur og fram
har tú situr á onkrari
uttandura matstovu
niðri á havnarlagnum
og sært bátarnar koma og fara
og fram við sjóvarmálanum
sita ólukkudýr og blása
hol í sjógvin
Tí soleiðis eru vit menniskju
vit leita altíð aftur á gamlar gøtur
oman hagar lívið hevur sín uppruna
Og alla tíðina koma tey
tey kunnu koma og fara uttan at tú
gáar eftir tí
Onkur fer framvið
onkur kemur óbiðin og setur seg niður
summi eru líkaglað og fara bara
víðari
onkur sendir tær eitt bros
og brádliga kennir tú viðkomandi aftur
har stendur ein og ballar sær eina sigarett
og úti á bryggjukantinum
sita tveir óvitar og royna
eftir seiðamurtum
við einum glúpi
Tá ið tey hvørva
hvørvur eisini veruleikin
og holini í asfaltinum gerast til klivar
fullir av neyðarrópum
og ólukkudýrini eru farin at savna droparnar saman
í skálir sum tey floyta út eftir vágni
og fleiri tímar burturi
sært tú tey aftur
sum vilstar setningar í tíni komandi yrking
Tá ið tey hvørva
hvørvur eisini møguleikin hjá tær
at finna svar upp á veruleikan
Og droparnir gerast til rimar í einum kroppi
tú sjálvur ert ein partur av
So brúka orðini
fyll holini í asfaltinum við orðum
lat orðini seyra inn millum rimarnar
í kroppi tínum
Og tínir lesarar
fara at skilja tað
Og gerast tíni orð.
Sálmur nr. 699: Nú árið tað líður
1. Nú árið tað líður,
skjótt sigur ”farvæl”;
so ganga enn tíðir,
so vera tað skal.
Hoyr suðið á tindi
av hanstandi vindi,
teir fúka avstað.
Tað er eins eg hoyrdi, náttúran
nú gravarsongin kvað.
2. Eg stund her skal dvølja,
hon fýkur so løtt,
sum avrykta sólja,
hon følnar so skjótt.
Hygg vangarnir grána,
og javnarnir fána,
og grøv eftir grøv
skal gravast at goyma tað likam,
sum skjótt bert er støv.
3. Hygg, dagarnir flýggja
og vikur og ár;
eins og eg kann síggja,
at tað var í gjár,
at várið við blómum
og fjósunu, tómum
á land setti fót;
men nú er bert vetranna kuldi
og kavi um grót.
4. Lat dagarnar fara
og árini við,
bert vit mega læra
at hýsa Guðs frið'.
Eg bendi meg niður,
mín Guð, so tín friður
kann hvíla í mær;
í løtum – í árum og ævi
tú halt meg at tær.
Robert Joensen yrkti.
Motet, Tarira: In principio erat verbum (Johs 1, 1-5)
Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. Hetta var í fyrstuni hjá Guði. Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.
Komponistur: Kári Bæk
Sálmur nr. 527: Tann Guð sum valdar ævum øllum
1. Tann Guð, sum valdar ævum øllum
og mansins dagar hevur talt,
hin sami, sum á Sinai fjøllum
læt ljóða: «Tú skalt ei, tú skalt!»
- hann árið eitt nú enda læt
og leggjast míni lívstíð at.
2. Hvat er eitt ár, ein mansins aldur
í øldum øllum ótaldum?
Hvat er ein maður einsamaldur
í endaleysa rúminum?
Eitt fon, ið hvørvur burt sum hjóm,
men Guð er út um tíð og rúm.
3. Tó sær hann meg, sítt barnið veika,
hans eyga altíð vaka man,
og tá ið ódnir um meg leika,
hans faðirhond best hjálpa kann;
tí var eg tryggur síðsta ár,
mær fylgdi sjálvur faðir vár.
4. O, undur størsta, gleði mesta!
at Guð, sum valdar rúmi, tíð,
mær foni lítlum, gav hitt besta -
gav boðskapin, tey orð so blíð:
«Tú ert mítt barn, eg faðir tín,
um ævir allar ert tú mín!»
5. Hvat nýggja árið vil mær veita,
tað fjalt og dult er fyri mær.
Men, Guð mín, eg vil á teg heita
og biðja eina bøn av tær:
Lat verk mítt, lítið ella stórt,
til tína æru verða gjørt.
6. Mín Guð, sum valdar ævum øllum
og av ger mansins dagatal,
tú varði væl mín fót frá føllum
ta stuttu stund, eg liva skal.
Og kallar tú meg heim til tín,
so leið meg, kæri faðir mín.
Símun av Skarði.
Lag: Sl. 317 a, b og c.
Sálmur nr. 544: Tíðin rennur (Havnarkórið í stemmum)
1. Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.
2. Hvør ein løta og hvør ein stund
at stóra fossinum dregur;
treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
hvar er úr neyðini vegur?
3. Hvør hevur vinur vilja og mátt
at bjarga mær til landa?
Allir teir eru á líkan hátt
staddir sum eg í vanda.
4. Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.
5. Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á, -
himnastrond fyri stavni.
Fr. Petersen 1892.
Lag: Sl. 332 a og b.
Postludium: Spælimennirnir í Nólsoy
Spælimenn: Angelika Hansen – violin, Finn Hansen – harmonika, Kim Hansen – klaver, Ívar Bærentsen – mandolin, Michael Thomsen – bass, Hilmar Joensen – harmonika
Medley: Lord of the Dance
Davy Nick Nack

Nýggjársgudstænastur í sjónvarpinum
Sjónvarpið tekur á hvørjum ári upp nýggjársgudstænastur í kirkjunum kring landið.











