- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við
Seinastu árini hevur nógv verið tosað um sexismu í ymiskum høpi. Fyri árum síðani byrjaði rørslan "Me Too", ið setti gongd á eitt størri kjak, ið fylgdi við sær at kvinnur kring allan heimin stillaðu seg fram og fortaldu um sínar persónligu upplivingar við sexismu. Fyri tíð síðani kom heimildarrøðin "Sexisme i musikbranchen" út á DR, har ið kvinnuligir tónleikarar í Danmark stillaðu seg fram og fortaldu um sínar persónligu upplivingar við sexismu í tónleikavinnuni. Vit spyrja nú, hví kjakið virkar til at vera eyka eymt her heima í Føroyum. Í dag nerta við við sexismu.
Vit snakka við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, útvarpsvert og lesandi, um hennara persónligu upplivingar við sexismu í almenna rúminum.
Síðani tosa vit við Bjørk Mariu Kunoy, fráfarandi forkvinnu í Javnstøðunevndini, um hvat sexisma er, hvussu keðiligar viðmerkingar og upplivingar kunnu ávirkað okkum og hví evnið er týdningarmikið at tosa um í Føroyum.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.