- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minibarrin
1997: Tveir løgtingslimir vóru ekskluderaðir úr Verkamannafylkingini. Kend løg: 'Barbie Girl', 'I'll Be Missing You', 'Bitch', 'Tú', og 'Anybody Seen My Baby'.
Nítiárini vóru fevnandi. Øll kundu spæla tann tónleik, tey vildu: Rokk, ska, scat, rave, trash, electro, hiphop, grunge, ja, ella gamaldags popp. Hyggja vit burtur frá Føroyum og stríðið í landsstýrinum og innanhýsis stríðið í politiskum flokki, var 1997 fyri mong eitt sorgarár. Tann sera vælumtókta Diana prinsessa av Wales lat lív í ferðsluvanlukku í París, og heimurin syrgdi hana nógv. Ein sólskinssøga í Føroyum var sangleikurin, Skeyk, ið settur var upp í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Gunnar Hoydal skrivaði handritið og Niclas Johannesen tónleikin.