Ein fíggindalig verð. Vit liva í eini fíggindaligari verð, har hóttanir lúra á hvørjum horni. Bæði likamliga og ikki minst drepandi mikroskopiskar organismur.
Hesaferð síggja vit, hvussu ótrúliga væl útgjørdur mannakroppurin er til at handfara hesar vandarnar. Og so síggja vit millum annað ein mann, sum hevur fingið báðar hendur skiftar, og kroppurin góðtekur tær.
Í sendingini ferðast vit inni í kroppinum og fylgja torføru ferðini, tá sáðið leitar sær til eggið, vit síggja samanrenning millum egg og sáð og menningina haðani.