Gamli kirkjugarður í Havn hýsir einum havi av spennandi søgum um kendar og ókendar persónar, ið onkursvegna hava gjørt vart við seg, ella sum hava fingið eina serliga lagnu. Bæði góðar og minni góðar. Fleiri av hesum persónum ella familjum hava sett týðilig spor í Føroya søgu upp ígjøgnum 18. 19. og 20. øld. Ein teirra hevur enn tá skrivað seg inn í heimssøguna. Í fýra sendingum fer Óli Jacobsen at greiða frá lívinum hjá nógvum av teimum, sum liggja grivin í gamla kirkjugarði.
Í sendingini Lív undan grønu torvu prátar Kári Mikkelsen við Óla Jacobsen um søgur og lagnur í gamla kirkjugarði í Havn. Sendingin var fyrstu ferð send í 2010.