Fjarskotnar oyggjar eru friðskjól hjá nøkrum av heimsins løgnastu og sjáldsamastu skapningum. Sjáldsama dvørgaletidýrið nýtur friðsælu tilveruna á eini av Karibisku oyggjunum, meðan albatrossurin trívist og reiðrast í rándjórafríum øki. Men oyggjalívið hevur eisini sín prís. Á Galapagosoyggjunum noyðast ungir leguanar at flýggja undan hørðum álopum frá lívshóttandi fígginda. Á subantarktisku oynni Zavodovski harðnar lívið í hvørjum. Hvønn dag eru ein og ein hálv millión pingvinir í lívsvanda, tá øgiliga brimið kann sláa tær inn móti klettunum, tá tær fara útí ella upp aftur á turt.