Andstøðan bjóðar samgonguni av í hesari serútgávu av "Hvør veit?", sum varð send nýggjársaftan.
Liðini ávirka eisini spurningarnar, sum hesa ferð bæði snúgva seg um ítrótt og politikk.
Tí hvør veit mest um politikk (og ítrótt)?
Er tað andstøðan við Akseli V. Johannesen, fyrrverandi løgmanni og formanni í Javnaðarflokkinum, Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, og Poul Michelsen, fyrrverandi formanni í Framsókn?
Ella er tað samgongan, sum er mannað við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni og formanni í Sambandsflokkinum, Jørgeni Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formanni í Fólkaflokkinum, og Bill Justinussen, tingmanni og tingbólkaformanni fyri Miðflokkin?
Lagt til rættis og dómari, Sigfríður Clementsen. Vertur, Tróndur Vatnhamar.